Karsten Hansen:Lítil eftirstøða

Tøl, ið Toll- og Skattstova Føroya hevur roknað út, vísa, at eftirstøðan hjá Tórshavnar kommunu er góðar átjan milliónir alt í alt. Tað er undir eitt hálvt prosent, og hetta heldur Karsten Hansen vera sera lítið

SKATTUR

Tað var leygardagin í farnu viku, at vit fyrstu ferð skrivaðu um, at Tórshavnar kommuna hevði sent landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Karsten Hansen, eitt skriv, har kommunan kærdi sína neyð fyri landsstýrismanninum viðvíkjandi skattainnkrevjingini, ið Tórshavnar býráð als ikki var nøgt við.
Skrivið, sum er endurgivið í fullum líki aðrastaðni á síðuni, hevur Karsten Hansen móttikið. Hann hevur tó enn ikki viðgjørt skrivið sum so, men hann hevur sett síni fólk ígongd við at rokna út, hvussu stór eftirstøðan er hjá Tórshavnar kommunu.
Tórfinn Smith, býráðslimur, vísti leygardagin á, at skuldin hjá borgarunum til Tórshavnar kommunu í 1997 var 85 mió, og sum tað framgongur í skrivinum til landsstýrismannin, so er støðan ikki vorðin betri.
Karsten Hansen hevur lítlan hug at lata skattainnkrevjingina aftur til kommunurnar. Tað var í 1963, at landið fór undir at krevja skatt inn fyri kommunurnar.
?Vit hava kannað, hvussu stór eftirstøðan er, og tað er minni enn eitt hálvt prosent. Tað vil altíð vera ein ávís eftirstøða, men undir eitt hálvt prosent er rættiliga lítið, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.
Í skrivinum vísir Tórshavnar kommuna á eina umsókn um eftirgeving av skuld. Karsten Hansen vísir á, at tað er bara Tórshavnar kommuna, sum hevur heimild til at geva eina tílíka eftirgeving. Hann veit eisini at siga, at tað í fleiri førum eru fólk ? oftani B-skattgjaldarar ? sum eru komnir illa fyri, sum skylda nógvan pening.
Tað kemur ikki óvart á landsstýrismannin, at Tórshavar kommuna kemur við hesum skrivinum, tí hann hevur hoyrt okkurt líknandi áður. Men hann er bilsin um tey tøl, ið Tórshavnar kommuna sigur seg vitað, og tí hevur hann fingið kannað, hvussu er við eftirstøðuni. Hann sigur seg annars hava varhugan av, at innkrevjingin virkar væl.
Tað er Toll- og Skattstova Føroya, sum hevur roknað út, hvussu stór eftirstøðan er. Sosialurin hevur eisini fingið hendur á útrokningunum, og tær vísa tøl, sum eru munandi minni enn tey,Tórshavnar býráð vildi vera við, tað vóru talan um.
Toll- og Skattstovan hevur gjørt upp álíkningar, gjøld og eftirstøður frá 1984 til og við 2000 fyri persónar og feløg.
Tað eru persónar, sum eiga nógv tann størsta partin av eftirstøðuni til Tórshavnar kommunu. Samlaða eftirstøðan hjá persónum er 17.015.152, 13 kr, og hetta svarar til 0,41% av samlaða álíkningini í tíðarskeiðinum 1984 til 2000. Fyri feløg er eftirstøðan í prosentum eitt lítið vet hægri ? 0,44% ella 1.363.116, 02 kr. Hetta gevur eina samlaða eftirstøðu áljóðandi 18.378.268,15 kr. hjá borgarum í Tórshavnar kommunu. Tá er 2001 ikki roknað við, so talan má metast at vera nakað hægri.
Tendensurin í tølunum hjá Toll- og Skattstovuni er, at eftirstøðan er vaksandi, men hetta kann skyldast fleiri orsøkum, m.a. eru bæði Argja- og Kollafjarða kommuna komnar uppí høvuðsstaðar kommununa. Eisini skal tað sjálvandi teljast uppí, at við tíðini minkar eftirstøðan væl at merkja. Hvussu er og ikki, so er eftirstøðan fyri 2000 samanlagt 3.506.810,26 kr.

Gleðiligt
Jan Christiansen, borgarstjóri í Tórshavn, hevur ikki sjálvur sæð tølini hjá Toll- og Skattstovu Føroya og kann tí ikki gera nakrar serligar viðmerkingar.
Hann sigur tó, at hann metir tað sum gleðiligt, um tølini eru so mikið lítil, hóast tað eru nógvar milliónir kr. Hann vísir eisini á, at tað er trupult hjá teimum at koma fram til tølini, tí tað er bara Toll- og Skattstovan, sum liggur inni við hesum tølunum.
?Vit kunnu bert staðfesta, at tað altíð vil vera eitt sindur av skatt, ið vit ikki fáa inn av ymsum orsøkum, sigur Jan Christiansen.
Jógvan Krosslá, formaður fyri Kommunusamskipan Føroya, sigur, at teir sum so ikki hava viðgjørt skattainnkrevjing í felagnum, men hann sigur seg vita, at talan er um generelt problem, sum tó ongantíð er vorðið staðfest av felagnum.