Karstin Hansen hevur skift felag

1. deild menn: Karstin Hansen hevur skift frá NSÍ til Skála

Karstin Hansen hevur skift frá NSÍ til Skála. Tað boðar felagið frá á Facebook. Málverjin er ikki ókendur á Skála.

 

- Vit kunnu nú kunngera, at vit hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Karstin Hansen, sum sostatt kemur at vera okkara málmansskansi komandi kappingarárini. Karstin er kendur á Skála, eftir at hann leikti við Skála ÍF kappingarárini 2018 og 2019. Annars hevur Karstin burturav verið partur av barndómsfelagnum NSÍ, skrivar Skála.

 

Karstin Hansen hevur verið í kapping við Tórð Thomsen um plássið í málinum hjá NSÍ, men við tilgongdini av Kristiani Joensen eru útlitini til spælitíð lítil. Skála flutti í ár niður í 1. deild. Jákup Nolsøe Olsen er farin aftur til ÍF og tí manglar ein málverji á Skála.