Kasparov gjørdi tað enn einaferð

Tað bleiv júst sum fólk flest vónaðu undan seinasta umfari í SuperGM-kappingini í Kasaksthan. Kasparov var hálvt stig aftanfyri Kramnik, sum varð mótsøtumaður Kasparovs í hesum seinasta talvið. Lagt varð tí upp til sannan stríðsbardaga á teimum 64 puntunum

 

Talv:


Kramnik hevði í roynd og veru telvað nakað betur enn Kasparov. Hann hevði lættari við at vinna síni talv og var hann eisini á odda at kalla alla kappingina. Men Kasparov lat ongantíð Kramnik renna undan honum, og hevði allar møguleikarnar at avgera tað sjálvur í síðsta og tíggjunda talvinum.


Seville 1987

HM dysturin hetta árið stóð millum Kasparov og Karpov. Karpov hevði 12-11 leiðslu undan seinasta talvinum, og mátti Kasparov tí vinna um hann vildi endurtaka HM-heitið. Javnleikur 12-12 var nóg mikið hjá verandi heimsmeistaranum.

Eins og í Seville megnaði Kasparov eisini í Astana, Kasaksthan at vinna avgerandi talvið. Kasparov hevur ein øgiligan vilja, og tosa vit samstundis um nervar av stál í avgerandi løtum. Einki kann flyta hann, ei heldur Kramnik.

Talvið teirra millum verður valla gloymt í bræði, og tað er ikki uttan orsøk. Kramnik leikti tí kendu Berlin-verjuna í sponsku byrjanini, eitt frábrigd sum Kramnik leikti fleiri ferðir í HM dysti teirra í oktober. Tá megnaði Kasparov als ikki at bróta múrin. Kasparov hevði framanundan hesa kapping vunnið átta tílíkar SuperGM á rað, og eftir hendan kappingarsigur hevur hann nú níggju sigrar undir beltinum, sum er met tá talan er um heimselituna. Talvið er við í blaðnum í dag.


Endaliga støðan:


Kasparov 7,0/10

Kramnik 6,5

Gelfand 5,5

Shirov 4,5

Morozevich 4,5

Sadvakasov 2


Umframt tey stóru K´ini, vóru tríggir aðrir superstórmeistarar við og fremsti telvari í Kasaksthan, Sadvakasov. Hesini seinasti hevði sínar góðu løtur við at leika bæði talvini javnt ímóti Kasparov. Men varð hendan kapping ein ov stórur bitið hjá honum.

Gelfand hevði eina frálíka kapping. Vann tvey, tapti eitt og sjey javnleikir varð nóg mikið til triðja pláss. Morozevich og Shirov skuffaðu hesaferð, men undirhaldið frá teimum báðum var ikki skuffandi. Teir leika nevnliga altíð sera fantasiríkt, oftani við offrum og margháttligum byrjanarspælið.