Kasparov og Kramnik javnir

Í stórari altjóða talvkapping í Spaniu herfyri, gjørdist Gary Kasparaov, saman við landsmanni sínum, Kramnik, vinnari, og Flóvin Þór Næs hevur í seinastuni roynt seg í Ungarn

Um vikuskiftið endaði Super GM kappingin í Linares, Spania, har fimm teir fremstu telvarnir í heiminum og Fide heimsmeistarin Alexander Khalifman, telvaðu tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Seks telvarar og tíggju umfør.

Gary Kasparov var sjálvsagt favorittur at vinna kappingina, tá hugsað var um hansara form tað seinasta árið og hansara methøga ratingtal.

Tað sást frá byrjanini, at fremsta pláss fóru Kasparov og landsmaðurin Kramnik at stríðast fyri. Anand fekk sera ringa byrjan og hevði tí ongan kjans at blanda seg í toppin.

Fide heimsmeistarin, Khalifman við sínum ?bert? 2656 ratingstigum hevði eina sera góða kapping.


Endaliga støðan varð:

Kasparov 6/10

Kramnik 6

Leko 4,5

Khalifman 4,5

Anand 4,5

Shirov 4,5


Kasparov og Kramnik telvaðu átta javnleikir og vunnu hvør sítt tvey talvið.

Meiningin var at sláa platt og krónu fyri at avgera vinnaran, men Kasparov helt, at talv átti ikki at avgerast við einum krónukasti. Teir báðir søgdu seg vera troyttar, takkaðu nei at telva tvey snartalv fyri at finna vinnara, og avgjørdu síðani í felag at deila fyrsta pláss.

Hinir fýra telvarnir deildu triðja og aftasta pláss!

Talvið sum er við í blaðnum í dag, varð valt til besta talv í kappingini. Talvið er millum vinnararnar av kappingini, og er frá áttanda umfari. Javnleikur varð úrslitið, men talvið er heilt klárt vert at hyggja at.


Flóvin í Ungarn

Flóvin Tór Næs telvar í løtuni í einari tíggjumans IM-kapping í Ungarn. Kappingin kallast First Saturday.

Tað seinasta Flóvin lat frætta frá sær, hevði hann telva seks av teimum níggju talvunum sum telvast skulu, og hevði hann telvað øll javnt!

Flóvin sigur, at sínir seks javnleikir á rað eru persónligt met. Flóvin er nærmast kendur fyri at stríðast til síðsta leik, og ikki plagar hann at leika nógvir javnleikir í somu kapping, tí er hendan javnleiksrøðin sera óvæntað.

Hann liggur á einum deildum fjórða plássi, og hevur tí góðar møguleikar at enda í ovaru helvt.

Flóvin er styrkismettur sum nummar átta av teimum tíggju luttakarunum.