Kassarnir tómir

Tvey fyrrverandi útisetafeløg eru í vikuni farin í gjaldssteðg

Fótbóltur

Tað er sum so einki nýtt í, at tað ikki altíð er líka lætt at reka eitt fótbóltsfelag, og enn minni, tá talan er um felag, sum hevur yrkisleikarar knýtt at sær.
Í fjør heyst var longu greitt, at fyrrverandi felagið hjá Toda Jónsson, Lyngby, var farið á heysin, og í farnu viku stóð greitt, at enn tvey fyrrverandi »føroysk« feløg mest sum hava snarað lyklinum.

Fekk ikki íbúðina
Fyrra av hesum var danska B93, sum í longri tíð hevur havt fíggjarligar trupulleikar at dragast við.
Í heyst leikti Øssur Hansen í hálvan triðja mánað við felagnum, og sjálvur sigur hann, at longu tá vbar sjónligt, at felagið ikki var serliga væl fyri.
- Eitt nú høvdu teir lovað mær, at eg skuldi fáa eina íbúð mitt í Keypmannahavn, soleiðis at teinurin til venjingar skuldi vera so stuttur sum gjørligt, men soleiðis gjørdist ongantíð. Ístaðin varð eg parkeraðut í Gilleleje, og skuldi eg hvønn dag nýta út við tríggjar tímar fyri at koma til og frá venjing.
- Í longdini var hetta sjálvandi ikki nóg gott, og tá felagið so hevði kallað til fundar í november, var nóg mikið. Á hesum fundinum vórðu kortini løgd á borðið. Leikararnir fingu at vita, at vit máttu niður í løn, soleiðis at vit gjørdust hálv tíðar leikarar, og hetta hevði eg als ikki hug til. Fýra aðrir leikarar vóru longu rýmdir vegna vánaligu fíggjarstøðuna, og sjálvur gjørdi eg tá av at flyta heimaftur til Føroya, hóast fýra dystir restaðu av heystarhálvuni, sigur Øssur, sum tó ikki misti nakran pening av hesum.
- Nei. Tíbetur fekk eg avklárað alt tað peningaliga, áðrenn eg fór. Seinastu mánaðarlønina sá eg gott nokk ongantíð, men hinvegin spældi eg heldur ikki við teimum tá, so tað man helst vera í lagi, heldur toftamaðurin.

Leiftur er liðugt
Um sama mundi, sum tíðindini um B93 bórust, skrivaðu íslendskir fjølmiðlar, at Leiftur var farið í gjaldssteðg. Hetta er felagið, har Uni Arge, Jens Martin Knudsen, John Petersen, Sámal Joensen og Jens Erik Rasmussen hava roynt seg, umframt at Páll Guðlaugsson eitt skifti eisini var venjari har.
Felagið var fyri fáum árum síðani íslendska fótbóltsoddinum, og millum annað royndu teir seg í Inter-Toto cup so seint sum í 2000, men síðani hevur bert gingið ein veg. Niðureftir.
Peningaliga hevur felagið ikki verið nóg sterkt til at standa ítróttarliga niðurtúrinum, og nú eru teir altso farnir í gjaldssteðg. Tað er eingin loyna, at tá fleiri av føroysku leikarunum í felagnum settu kós heim aftur fyri einum ári síðani, var hetta partvíst av fíggjarligum ávum, og sum skilst eru hesi millumverandi ikki avklárað enn.
Saman við øðrum ognarum hjá felagnum, mugu føroysku leikararnir nú senda inn krav til trotabúgvið hjá Leiftri, men tað man vera sera ivingarsamt, hvussu nógv fer at koma burtur úr hesum. Pengarnir frá annars trúgvu stuðlunum hja felagnum hava ikki verið nógvir seinastu tíðina, og ivasamt er, hvat ognirnar (les leikarahópurin) hjá einum íslendskum 2. deildarliðið eru verdar.