Kast

Bragdið skipaði fyri, at ein útlendskur venjari í spjótkast kom til Føroyar at leggja lag á í mai í ár. Hetta var rættiliga inspirerandi, og nú eru so úrslitini so smátt farin at vísa seg. Besta úrslit innan spjótkast stóð Rógvi Højgaard (Bragdið) fyri í farnu viku, tá hann kastaði spjótið út á 50,29 m. hetta var persónligt met við meir enn tveimum metrum. Rógvi er nú tann føryingur sum hevur kasta spjóti næst longst. Einans Heini H. Joensen hevur kastað spjótið longur. Hetta gjørdi Heini, tá hann í finaluni á oyggjaleikunum á Guernsey í 2003 kastaði spjótið 54,42 m.
Randi Kúrberg hevði enn eina stabila kapping tá hon kastaði spjótið 31,02 m. Hetta er einans 34 cm frá hennara føroyska metið.