- Tað, sum maðurin gjørdi, var ein avleiðing av eini aðrari hending, sigur norska løgreglan, sum hevur slept manninum leysum. Ein 18 ára gamal norðmaður varð í vikuskiftinum skotin av einum 77 ára gomlum smáttu-granna, sum norðmenn rópa tað.
Teir vóru fimm dreingir, sum høvdu leitað sær í eina smáttu í Tårnaby, sum familja til onkran av dreingjunum eiga.
Eftir at drongurin hevði kastað kava eftir manni í grannasmáttuni, gjørdi hesin ikki mætari enn, at hann skeyt dreingin, sum var farin at renna fyri lívinum.
Skotið rakti dreingin niðarliga í ryggin, men eftir viðgerð á sjúkrahúsi meta læknarnir ikki, at hann fær varandi mein.
Tað hevur undrað fólk í grannalagnum og ikki minst familjurnar hjá hesum fimm dreingjunum, at hin 77 ára gamli slapp útaftur úr geglinum næstan beinanvegin eftir avhoyringar hjá løgregluni.
Fólk undra seg yvir, at maðurin ikki er skuldsettur fyri drápsroynd.
Løgreglan hevur rannsakað húsini hjá hinum gamla og hevur tikið fleiri skotvápn, sum maðurin hevði ólógliga.
Norska løgeglan sigur, at tað, sum maðurin gjørdi, var ein avleiðing av eini aðrari hending og sipar til, at hin 18 ára gamli hevði kastað kavað eftir tí 77 ára gamla.