Nú klokkan níggju steðgar øll flúgving til og úr Oslo, og donsku myndugleikarnir vænta, at floghavnin í Kastrup verður stongd í kvøld orsakað av øskuni frá gosinum í Íslandi. Frammanundan er øll flúgving til og úr Føroyum steðgað, eins og floghavnirnar í Vestur- og Norðurnoregi og Norðursvøríki eru stongdar.
Í Bretlandi hava myndugleikarnir stongt fleiri floghavnir eitt nú tær í Manchester, Edinburgh, Glasgow og Aberdeen, og umleið 300 fráferðir úr London eru avlýstar.