Umleið hálvonnur millión fólk hava í kvøld verið í gøtunum í Barcelona og kravt, at landspartur teirra, Katalonia, fær loyvi at loysa frá hinum partinum av Spania. Í dag er katalonskur tjóðardagur, og fólk komu saman undir slagorðinum "Katalonia, eitt nýtt evropeiskt ríki".
Blaðið El Pais skrivar á síni heimasíðu, at kravgongan var tríggjar kilometrar long, og at tað vóru nógv fleiri fólk, enn fyrireikararnir høvdu væntað.
Nógvir katalonar eru misnøgdir við stýrið í Madrid. Katalonia er tann ríkasti parturin av Spania, og nógvir katalonar eru misnøgdir við, at teir skulu gjalda fyri tann fátækara partin av landinum.
Kortini hava meiningakanningar víst, at tað er ikki meiriluti fyri at loysa frá hinum partinum av Spania.