Katar er gúppað úr HM

HM 2022: Vertirnir kunnu ikki longur vinna seg víðari úr bólkaspælinum

Katar tapti í dag 3-1 móti Senegal og er gúppað úr HM-endaspælinum, sum teir sjálvir skipa fyri. Fleiri viðmerkjarar halda fyri, at Katar er vánaligasta landsliðið, sum hevur spælt í eini HM-endaspæli í nýggjari tíð.

 

Senegal er uttan stóru stjørnuna Sadio Mané, sum er skaddur. Í dag var tað ikki brúk fyri áleyparanum úr Bayern Munchen. Boulaye Dia og Famara Diedhiou løgdu Senegal á odda 2-0, áðrenn Katar skoraði sítt higartil einasta mál í HM-endaspælinum.

 

Løtu seinni staðfesti Bamba Dieng sigurin við máli til 3-1. Katar hevur einki stig á aftasta plássi, meðan Senegal, sum tapti í fyrsta umfari móti Hollandi, nú hevur trý stig.

 

Í hinum dystinum í bólka A spældu Holland og Ekvador eitt sindur óvæntað javnleik. Holland kom á odda við máli, sum Cody Gakpo skoraði. Hann er stóra nýggja navnið hjá Hollandi og væntast at verða seldur í vetur. Hann spælir við PSV í heimlandinum.

 

##med2##

 

Ekvador svaraði tó aftur stutt fyri tíð. Málskjútti var Enner Valencia. Hann hevur skorað tey seinastu seks málini hjá Ekvador til HM-endaspøl. Ekvador er nú fremst saman við Hollandi. Bæði hava fýra stig.

 

Bólkur A:

Holland – Ekvador 1-1 (0-0)

 

Katar – Senegal 1-3 (0-1)

 

Støðan:

 

1: Holland 4

 

2: Ekvador 4

 

3: Senegal 3

 

4: Katar 0