Katastrofalt

Rógvi Jacobsen er vanliga eitt av dyggastu álitunum á HB-liðnum, men eins og hinir á liðnum mátti hann ásanna, at hetta ikki var teirra dagur.
- Teir vóru bara nógv meira klárir til dystin, enn vit vóru. Ikki tí vit undirmettu teir, tí vit hava jú í steypakappingini leikt tveir tættar dystir móti teimum, men tað gekk bara ikki hjá okkum.
- Serliga á miðvøllinum høvdu vit ilt við at finna hvønn annan, og eftir at teir skora, tora vit als ikki at spæla.
- Alt í alt, so haldi eg, at hatta var ein katastrofal byrjan hjá okkum. Tað ger tað óneyðuga tungt, men vit bara royna at koma víðari. Enn eru so 17 umfør eftir, helt Rógvi Jacobsen, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.