Menn og kvinnur hava atkvøtt, og tey eru samd. 33 ára Kate Winslet er tann vakrasta natúrliga kvinnan og vinnur harvið yvir Audrey Hepburn og Angelina Jolie. Hon er blivin nevnd tann besti kvinnuligi sjónleikarin í nýggjari tí, og í februar vann hon eina Oscar virðisløn fyri besta kvinnuliga leiklutin í filminum ?The Reader?.
Nú kann Kate Winslet eisini reypa sær av heitinum, sum tann vakrasta natúrliga kvinnan í heiminum, og hon hevur harvið vunnið á kvinnum sum Audrey Hepburn og Angelina Jolie.
Tann 33 ára gamla kvinnan er kosin av tí enska blaðnum The Sun, ið hevur spurt yvir 3000 kvinnur og menn um hvør kvinna er tann vakrasta og natrúligasta kvinnan í heiminum.
Bretska kvinna Kate Winslet hevur millum annað fingið rós fyri hennara evni at síggja vøkur út, uttan stóra nýtslu av smyrsli.