Kathrin Haraldsen 70 ár

Kathrin Haraldsen úr Fuglafirði verður 70 ár hósdagin 31. januar.

Uppi í Hálagerði standa eini reyð hús. Tey vórðu reist á hesum stað í fimmti árunum, tá ið Kathrin og Oddfríður settu føtur undir egið borð. Vakurt er her uppi. Fyri eygum tínum liggur tann breiði, djúpi fjørðurin og úr hesum vatni reisa fjøllini seg. Í ein sunnan standa Lorvíksfjall og Tyrlarnir. Borgin, Kambur og Gjógvarafjall, Blábjørg, Slætnatindur og Húsafelli taka alt til sín sum rørist og nørist í lofti og vatni. Hetta er sjónin, sum tær verður opinberað hvønn tann einasta dag úr gluggunum hjá Kathrini.


Mangt og mikið er ljóst og lætt, tá ið kærleiksylurin kókar í innastu sálarkrókum okkara. Alt, tað sum vit síggja og hoyra, nemur hjartað, og er tað serliga, tá ið ástin er ung og kvom. Mangur mundi ásanna, tá ið farið varð í sítt egna, at alt var sára gott. Her hava Oddfríður og Kathrin búleikað í ár so mong og í fjør 5. mai kundu tey hildið gullbrúdleyp, men fall Oddfríður frá fyri 10 árum síðani. Hann andaðist 28. februar 1998, 68 ára gamal. Korini vóru trong í fimmti árunum. Mangt eitt reiðaravirkið fór av knóranum, og var Haraldsen eitt av teimum, sum kendi snertin frá hesi sváru tíð. Við skygni og ágrýtni tóku Oddfríður og bróðirin Kristian (Bassi) um endan og mentu virksemið aftur.


Kathrin og Oddfríður vóru tygnarlig hjún, arbeiðssom, fyrikomandi og blíð. Bæði musikalsk og dámdu væl at syngja. Í eini 50 ár vóru tey góðir stuðlar í sangkórinum. Kathrin hevur gott minni. Hon visti nógv at greiða frá, tá ið sangkórið helt heiðurskonsertina fyri Herluffi 1993. Dugdi fleiri sangir uttanat, sum kórið hevði sungið, og sum Herluf hevði yrkt ella umyrkt. Einki var sum jólakvøld í Fuglafjarðar kirkju, tá ið kórið sang undir guðstænastuni. Síggi fyri mær enn hesi vældæmdu fólk fara í høgtíðsklødd inn eftir kirkjugólvinum. Seinastur í hesum vælafylgi kom sjálvur sangstjórin, Herluf. Konsertin jólakvøld 1954 stendur ljóslivandi fyri mær, tá ið Kathrin sang solo: Tey boð nú ljóða, og Poul Jakku, elektrikarin, sang sálm Dávids nr. 24. Esman Jacobsen, Esman í Lon, tráddi urguna. Fleiri jól eftir hetta sang Kathrin hetta fagra jólalag jólakvøld undir bleiktrandi kertum á livandi mannavarrum. Her hevur kórsangurin átt sítt hjartarúm hjá mongum fuglfirðingi síðani fyrra helming av fyrru øld.


Sum ung plagdi Kathrin rætta vermóðir eina hond, og minnist Alexandra væl, tá ið tey plagdu at fara í Halgadal í torv. Ikki hissini skaldskapur, sum her kom undan kavi. Djúpini, Kallsoyggin, Róvin, Kirkjugjógv, Leirvíksfjørður, Høgibakki og Blankskáli. Ein sjón fyri eygað, sum tú hevur í tínum huga frá eini tíð, har tað mangan var tógvið at fáa torvið turt og til høldar, men hugtakandi var at vera her, og síggja eldarnar neista, síggja roykin fara upp í loft ella fram eftir hónum, og børnini spæla í Halgadalsá. Primus høvdu tey við sær og minnist Alexandra, at Kathrin bakaði pannukøkur á hesum snilda tóli undir fríum lofti.


Til seinast og síðst verður alt til søgn og søgu. Hetta er tað, sum ger lívið dýrabart. Eg má siga til Kathrinsa tign , at trúføst hava hon og Oddfríður verið ímóti okkum. Tá ið eg fór undir at mála, vóru tey tey fyrstu at keypa málningar frá mær. Hetta er eisini ein søga, sum nú talar sína stillu søgn uppi í Hálagerði í teimum reyðu húsunum, sum vórðu reist í fimmti árunum. Tey fingu trý børn – Bjørg, Anni og Heidi. Allar búgva í Danmark.


Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum.


Alexandra og Frits