Dávur Magnussen, Magnus Johannesen, Ólavur Olsen, Rógvi á Rógvu og Edvard Nyholm Debes manna bólkin Katla, sum var liðugur at framføra í Tjóðpallinum stutt fyri midnátt.
Væl av fólki varð savnað inni í Tjóðpallinum, tá Katla komu gangandi og spælandi inn á pallin. Hølið er fantastiskt og perfekt til hugnaligar konsertir sum hesa. Kanska enntá betri egnað enn onnur spælihølir her á leiðum. Men lat tað fara.
?Vinarligur jazzkendur fólkapoppur? er nokk tað tættasta, eg í skrivandi løtu kann koma uppá at lýsa tónleikin hjá Katla. Hetta er melodiskur, rútmiskur fólkatónleikur við ískoyti av gospel og tango og øðrum lekrum stílum, og er tað, sum ein tímir ordiliga væl, tá ið oyragongin hevur tørv á at mýkjast. Og so er tað altíð ein fragd at hoyra hesar tónleikahøvdingarnar framføra, tí ein veit, at teir spæla væl og klára altíð at levera vøruna. Tað er móttakiligur tónleikur, og so kann spurningur, um mær dámar stílin, vera líkamikin.
Klapp til Katla fyri eina deiliga framførslu við einari rúgvu av flottum tónlistarligum dygdum.