Katólska kirkjan í Frankaríki er til reiðar at selja nakrar av ognum sínum og læna pengar fyri at gjalda endurgjald til offur fyri kynsligum ágangi.
Tað eru biskupar úr kirkjuni í dag vorðnir samdir um.
Kirkjan hevur verið undir vaksandi trýsti fyria t lata endurgjald til offur fyri umfatandi misnýtslu í tíðarskeiðnum frá 1059'unum fram til 2020.
Ein frágreiðing kom til ta niðurstøðu í oktober, at umleið 216.000 børn og ung eru misnýtt av prestum í fronsku katólsku kirkjuni.
Verða onnur starvsfólk í kirkjuni íroknað og misnýtsla á katólskum skúlum er talið upp á 330.000 misnýttum hesi 70 árini.
Í samnbandi við frágreiðingina varð mælt kirkjuni til at lata ofrum endurgjald úr egnum lumma – í staðin fyri eitt nú rinda tað við gávumm.
Tað verður nú gjørt millum annað »við at selja ognir, sum samtøkan av biskupum, (CEF) í Frankaríki og bispadømið« eigur. Tað sigur Eric de Moulins-Beaufort, sum stendur á odda fyri CEF.
Misnýtslan í fronsku katólsku kirkjuni skal verða fram millum 2900 og 3200 prestar tey farnu 70 árini.
/ritzau/AFP