Katrin og Andreas gevast í politikki

Tá ið løgtingsval verður aftur, verða tað í øllum førum tvey kend andlit, sum ikki verða at síggja í tí nýggja Løgtinginum. Tey bæði løgtingsfólkini fyri Javnaðarflokkin, Katrin Dahl Jakobsen úr Havn og Andreas Petersen úr Gøtu, hava nevniliga boðað frá, at tey gevast nú í politkki og stilla ikki upp aftur á næsta løgtingsvali.

Tey siga bæði, at tað er aldurin, sum nú fær tey at taka seg aftur í politikki.

Katrin Dahl Jakobsen heldur, at nú hevur hon verið nóg leingi í politikki og aldurin er eisini við at vera har, so nú heldur hon, at stundin er komin til at lata yngri kreftir taka yvir.

Tað sama sigur Andreas Petersen.

Men hjá honum ger eisini tað seg galdandi, at hann er kommunulækni og hann sigur, at hann fær tað ikki at bera til at fáa starvið sum kommunulækni og starvið sum løgtingsmaður at sampakka.

- Eg havi ætlað mær nøkur ár afturat sum lækni, havi eg lív og heilsuna og av tí sama havi eg sostatt gjørt av at gevast í politikkinum, sigur Andreas Petersen.

Á myndini situr Katrin Dahl Jakobsen, ytst høgrumegin, undir liðini á porkenningunum, Mikkjal Sørensen varatingmanni fyri Javnaðarflokkin, í miðjuni, og Mortani Holm, sum eisini er í floksleiðsluni