Katrina er leiðari fyri ungdómshúsi

Seinastu nógvu árini hevur hon verið aktiv innan ungdóms- og skótavirksemi.

 

Á seinasta býráðsfundi í Sunda kommunu varð einmælt samtykt at seta Katrinu Nattestad sum leiðara fyri Ungdómshúsið í kommununi.

 

- Katrina Nattestad er útbúgvin lærari og hevur seinastu nógvu árini verið aktiv innan ungdóms- og skótavirksemið.

 

Í Sunda kommunu vita tey at siga, at nýggi leiðarin byrjaði í starvinum hin 1. oktober og skal saman við starvsfólki, ungdómi og kommunu menna og mynda Ungdómshúsið í Sunda kommunu.