Kaupthing letur upp í Føroyum

Íslendska fíggjarfyritøkan Kaupthing hf letur nú upp skrivstovu í Føroyum. Fyritøkan varð stovnað í 1982 og hevur umframt skrivstovuna, sum nú letur upp í Føroyum, eisini skrivstovu í Luxembourg

Í dag gerst trengri á føroyska fíggjarmarknaðinum. Íslendska fíggjarfyritøkan Kaupthing hevur nevniliga gjørt av at venda eygunum móti føroyska fíggjarmarknaðinum.

Johnny Brøgger, sum starvast hjá Kaupthing í Luxembourg, váttar fyri Sosialinum, at teir hava vent eygunum móti Føroyum.


Sparikassarnir eiga

Kaupthing hf er fyritøka, sum íslendsku sparikassarnir - og teir eru nógvir - stovnaðu í 1982.

Endamálið við fyritøkuni var at reka meklaravirksemi og at stýra langtíðarlikviditetinum hjá sparikassunum.

Hetta mundi gangast væl, tí síðani hevur felagið økt munandi um virksemið.

? Í 1996 stovnaði Kaupthing eina íløgueining í Luxembourg við tí endamálið at gera íløgur í altjóða virðisbrøv, sigur Johnny Brøgger.

Hann vísir á, at tað á henda hátt ber til at samansjóða íløgurnar hjá mongum smáum íleggjarum. Harvið skuldi borið til at fingið størri úrtøku burtur úr íløgunum.

Seinni varð eisini ein íløgugrunnur afturat settur á stovn, sum skuldi umsita peningaognirnar hjá ríkari íslendingum og pensjónsgrunnum.


Keypsskálin

Sum kunnugt verður arbeitt við at gera ein virðisbrævamarknað í Føroyum og vit spurdu tí Johnny Brøgger um tað var ein orsøk til, at Kaupthing nú vendir nøsini hendavegin.

? Kaupthing hevur verið sera virkin á íslendska marknaðinum bæði í sambandi við privatiseringar og í sambandi við at íslendski keypsskálin varð settur á stovn, sigur Johnny Brøgger og leggur afturat, at teir meta, at gongdin í Føroyum fer at vera ógvuliga lík teirri íslendsku.

? Tí halda vit, at vit hava nakað at geva føroyingum og tað er orsøkin til, at vit nú byrja virksemið í Føroyum, sigur hann.

Eitt av teirra arbeiðsøkjum kann tí hugsast fara at vera at hjálpa fyritøkum, sum ætla at skráseta seg í keypsskálanum tá hann einaferð verður settur á stovn.


Altjóða spælireglur

Nýggja fíggjarfyritøkan kemur inn á føroyska fíggjarmarknaðin undir somu treytum, sum verandi fyritøkur.

Danskar lógir eru galdandi á økinum, men tær eru gjørdar í samsvari við ES-direktiv, sum leggja ógvuliga stóran dent á tryggleikan hjá íleggjarunum.

Treytirnar eru kortini ikki ókendar fyri íslendingum, tí teir hava lagt sínar reglur heilt upp at reglunum, sum eru galdandi í ES, eisini.

Sosialurin hevur skilt, at stjóri og starvsfólk eru sett í nýggju fíggjarfyritøkuni, men tað frætta vit meira um í morgin.