Kaupthing ætlar at stevna EB

Longu í seinastu viku var íslendski Kaupthing-bankin í sambandi við danska Ekstra-Bladet. Hetta tí blaðið í eini greinarøð millum annað tengdi virksemið hjá bankanum at russisku mafiuni og hvíttvasking av peningi. Tann greinarøðin er nú eisini umsett til enskt, og tað gav at bíta, tá Kaupthing skuldi hækka partapeningin. Fleiri atfinningarsamir spurningar vórðu settir av møguligum íleggjarum, og nú kannar Kaupthing, hvørt tað er gjørligt at krevja endurgjald eftir ensku reglunum. – Greinarøðin er umsett til enskt, og tá Kaupthing eisini virkar á enska marknaðinum, kanna vit eftir, hvørt tað er gjørligt at stevna sambært ensku reglunum fyri fjølmiðlaábyrgd, sigur Karsten Kielland, advokatur hjá Kaupthing Bank í Danmark, við tíðindatænastuna EPN.