Eitt lágtrýstøki millum Ísland og norðurnoreg fer spakuliga í ein sunnan og tilhoyrandi veika brúgvalagið fer eisini spakuliga í ein sunnan. Hetta rakar møguliga norðara partin av landinum í dag. Seinni kemur køld óstøðug luft við vetrarælum inn yvir landið av landnyrðingi.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av landsynningi og vestri, 2 til 7 m/s, sum í nátt snarar í ein eystan. Stundum sólglottar, men møguliga okkurt kavaæl, serliga norðanfyri. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 4 kuldastig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sólglottar, men sum frá líður kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 1 og 4 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av landyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina niður í 1 kuldastig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar vindin í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 4 stig, um náttina niður í 4 kuldastig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 10 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin úr frostmarkinum upp í 2 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.