Kavamyndir í vøkrum vetrarveðri

Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum tók í morgun nakrar flottar kavamyndir, sum vit viðhefta henda greinastubba.

Seinastu dagarnar hava vit havt kava og vakurt vetrarveður, sum so mangur man hava saknað hesi seinnu árini. Í morgun máttu nógvir bilar gravast leysir, áðrenn fólk slapp úr túninum í bili.

 

Í nátt kom væl av kava niður, og í morgun vóru onkrar avlýsingar í almennu ferðsluni vegna kava. Í dag er lítil kavi komin niður, men sambært DMI verður kavin helst liggjandi alla hesa vikuna.

 

Hugnaligt er at síggja børn skreiða, gera kavamenn og kavakellingar, og ikki minst er hugnaligt at síggja snóhvíta kavan liggja so vakurt á trøum, gørðum, húsatekjum og í landslagnum annars.

 

Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum tók í morgun nakrar flottar kavamyndir, sum vit hefta við henda lítla greinastubba. Eftir er bert at siga, at vónandi heldur vakra kavaveðrið sær nakrar dagar aftrat.