Kavarastigi og púta eru horvin

- Fríggjamorgunin, tá vit vórðu kallaðir út, var kavarastigin í bátinum burtur, sigur Tórshavnar Sløkkilið.

Tórshavnar Sløkkilið hevur í kvøld eina eftirlýsing á sínari facebook-síðu. Eftirlýsingin er eftir kavarastiganum hjá Tór, bátinum, sum sløkkiliðið hevur sum part av tilbúgvingini hjá Tórshavnar kommunu.

 

- Kvarastigin er burturblivin. Hósnáttina í síðstu viku varð stigin brúktur í samband við leitring eftir persóni. Báturin varð lagdur aftur í Vágsbotn, har hann hevur sítt pláss. Men fríggjamorgunin, tá vit vórðu kallaðir út, var stigin burtur.

 

Tórshavnar Sløkkilið vísir á, at ein púta til beinkin í bátinum er eisini burtur. 

 

- Veit nakar um stigan og pútuna at siga, biðjast fólk vinarligast siga okkum frá. Stigin er sergjørdur til bátin, sigur Tórshavnar Sløkkilið á sínari facebook-síðu í kvøld.

 

Lagt verður aftrat, at sergjørdi stigin sæst liggja í stýriborði á nærmasta bátinum á myndini, sum er báturin Tór.