Kavari fann 900 ára gamalt svørð

- Svørðið er í góðum standi, og tað er vakurt, sigur Nir Distelfeld, sum er viðurkendur fornfrøðingur í Ísrael.

Myndir: Reuters.

Eitt svørð, sum er ein metur langt, varð herfyri funnið út fyri strondini í Ísrael. Hildið verður, at svørðið stavar frá krossfararunum, sum sigldu til Heilaga havið. 

 

Sambært blaðnum Independent verður mett, at svørðið er umleið 900 ára gamalt. Tað hevur helst sín uppruna í tíðini millum ár 1100 og 1300.

 

Tað var ein frítíðarkavari, Shlomi Katzin, sum fann svørðið, hóast tað næstan varð fjalt av ymiskum, sum gjøgnum árini er vaksið á tí.

 

- Svørðið er í góðum standi, og tað er vakurt. Hetta er ein sjáldsamur lutur, sum nú er funnin, sigur Nir Distelfeld, sum er viðurkendur fornfrøðingur í Ísrael.

 

##med2##

 

Independent veit at siga, at við síðuna av svørðinum var eisini funnin ein elligamal steinur og pettir úr keramikki.

 

Lutirnir vórðu funnir í einari vík nærindis havnabýnum, Haifa, og sambært stjóranum fyri fornfrøðiliga dátugrunnin, Kobi Sharvit, heldur hesin, at víkin hevur verið brúkt sum skjól hjá sjófólki.

 

Sagt verður, at hetta er ikki fyrstu ferð, at ymiskir fornfrøðiligir lutir eru funnir á hesari leið.

 

- Økið hevur upp gjøgnum tíðirnar drigið til sín handilsskip, og her er ymiskt funnið, sum stavar frá gamlari tíð, leggur Kobi Sharvit aftrat.

 

 

 

Myndir: Reuters.