Sendarin hjá Rás2 á Sornfelli er óvirkin í løtuni. Hetta merkir, at lurtarar í Kvívík, Vestmanna og Vágum ikki hava møguleika at taka Rás2 í løtuni.
Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, sigur, at sendarin verður umvældur, so skjótt sum veðurlíkindini loyva hesum.