Bæði flogførini hjá Atlantsflogi, ið skuldu fara úr Vágum í morgin, vóru seinkað orsaka av kava.
Av flogvøllinum verður greitt frá, at kalda veðrið hevur darvað flogferðsluni nakað. Tørvur hevur verið á at avfrysta flogførini, áðrenn tey kunnu takast í nýtslu í morgun, umframt at neyðugt var at rudda og fyrireika lendingarbreytina.
Tískil gjørdust flogfarið til Bergen seinkað ein góðan hálvan tíma, meðan flogfarið til Keypmannahavnar gjørdist hálvan annan tíma seinkað.