Køld luft við vátaslettingi og kavaælum blæsir inn yvir Føroyar av eystri, seinni landnyrðingi og norðri. Í næstu viku koma brúgvaløg inn yvir Føroyar av vestri og tað verður mildari, samstundis sum hann øtlar vindin.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt ælið, møguliga við vátaslettingi ella kava. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein norðan og um náttina makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Kavaæl, men onkrir sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin lækkar í ein útnyrðing. Yvirhøvur turt og sól í støðum. Hitin millum 1 og 4 hitastig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, út á náttina upp í skrið, 18 m/s. Tað verður skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 2 og 5 stig.
Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í skrið, um 21 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 4 og 8 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s og samdrigið og ælaveður. Hitin millum 2 og 5 stig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 og 5 stig.