Grivið verður ikki til Saksunar, Gjáar og Viðareiðis í løtuni, sigur Landsverk. Bjarni Petersen, økisleiðari á Landsverki, sigur, at teir grava fyri at lova bussinum til Viðareiðis, men annars verður ikki grivið meiri enn, tí umstøðurnar eru so torførar. Á gjáarvegnum er so nógv jarðrok, at heldur ikki har ber til at grava meiri í løtuni.
Vegurin til Vestmanna er enn stongdur, meðan vánalig koyrilíkindi eru um hálsin í Sandavági.
Harumframt er ikki koyrandi á Kolavegnum í Hvalba.
Meðan norðaru oyggjarnar hava kavarok, so er sera nógvur vindur á sunnaru oyggjunum. Á Sandi er í løtuni kolandi stormur, meðan á Porkerishálsi er boðað frá stormi. Eisini er nógvur vindur á Gjáarskarði og í Mykinesi.