Seinastu dagarnar hevur veðrið verið so gott, at fáur dugdi at ímynda sær, at vit aftur fóru at fáa kavaveður Nú páskahalgan byrjar, legðist hann aftur við kavaveðri.
Hjá okkum sum sita heitt og fjálgt inni, er hetta veðrið eingin trupulleiki, men hjá lombunum, sum so smátt byrja at koma og fuglunum, sum júst hava sett seg á klettarnar, kemur kavaveðrið ikki væl við.
Vit hava í kvøld hugt at, hvat Danmarks Meteorologiske Institut sigur um veðurvánirnar páskadagarnar.
Sagt verður frá einum lágtrýsti yvir útsynningspartinum av Íslandi sum flytir seg eystureftir. Tilhoyrandi brúgvaløg koma yvir Føroyar næsta samdøgnið.
Hann friskar vindin av landsynningi upp í einar 8-13 metrar um sekundið, men í morgin - páskadag - verður nakað minni vindur av útsynningi, einar 5-10 metrar um sekundið.
Veðurstovan sigur, at tað verður skýggjað og regn, men klárari aftur seinnapartin páskadag. Hitin kemur upp í eini 5-8 stig, men fellur aftur náttina til mánadag, helst niður í 5 stig.
Mánadagin - annan páskadag - verður vindurin 5-10 metrar um sekundið av útsynningi, og hitin fer at liggja um 5-8 stig. Út á seinnapartin veksur hann aftur vindin uppí einar 8-13 metrar um sekundið.
Hetta merkir, at støðuga og góða veðrið, vit høvdu nú í nakrar dagar, fyribils er vorðið til óstøðugt og skiftandi veður.
Vit kunnu í hvussu er ugga okkum við, at tað gongur móti ljósari tíðum - og vónandi eisini móti betri liggjandi veðri.