Kavin argar í Klaksvík

Tað verður roynt at rudda vøllin, men tað gongst illa at halda hann grønan

mynd: JH

Árliga Klaksvíks kappingin í fótbólti er á skránni í dag. Fyrri dysturin er klokkan 13, tá ið heimaliðið fær vitjan av bronsuvinnarunum í Víkingi, og seinni dysturin verður klokkan 15.30, tá ið meistararnir í B36 sambært skránni skulu spæla ímóti silvurvinnarunum í NSÍ.

 

Tað hevur kavað síðani heilt tíðliga í morgun, og tað er fitt av kava niðurkomin í Klaksvík, har fótbóltsvøllurin væl og virðiliga var kavaklæddur, tá ið teir um níggju tíðina fóru at rudda.

Teir hava góða útgerð at rudda við, og tað gongur skjótt fyri seg.

Sum myndin vísir, so hevur trupulleikin fyrrapartin verið, at nýggjur kavi legst beinanvegin, har teir hava ruddað, og harvið er spurningurin, um tað verða líkindi at spæla fótbólt seinnapartin.

Sambært yr.no so vera tað kavaælingar allan dag. Sólin fer at síggja av og á, og hitin verður millum tvey og fýra stig. Tað er mest sum stilli.

Líkindini verða neyvan av teimum bestu, men tað verður mett, at tað verður møguleiki at spæla fótbólt í Klaksvík seinnapartin.

mynd: JH

mynd: JH

mynd: JH

mynd: JH

mynd: JH