Kavin legði fót fyri Toda og Jákup

Fótbóltur: Helvtin av dystunum í superliguni vórðu útsettir, tí vetrarveðrið gjørdi um seg

KEYPMANNAHAVN: Hvørgin av teimum føroysku spælarunum í superliguni vóru í dysti um vikuskiftið. Fríggjadagin fór at kava og so nógvur kavi kom niður í Jútlandi, at flestu dystirnir, sum skuldi spælast har, vórðu útsettir.

Todi Jónsson og FCK skuldu fríggjakvøldið spæla móti AaB í Aalborg, men har var vónleyst at spæla, tí tjúkkur kavi lá á vøllinum. Ferðalagið hjá FCK var annars komið til Aalborg, tí tá teir fóru úr Keypmannahavn tíðliga seinnapartin, vóru boðini úr Aalborg, at har var spælandi. Men allan seinnapartin helt fram við at kava, og tá FCK kom fram, gjørdist alt fyri eitt greitt, at eingin dystur fór at verða á vøllinum.

FCK-spælararnir vendu so nøsina heimaftur, men heimferðin gjørdist longri enn væntað, tí flogvøllurin Aalborg varð stongdur, og tí máttu FCK?arnir heim við einum seinkaðum DSB-tokið, og vóru ikki heima í Keypmannahavn fyrr enn á miðjari nátt.

Ætlanin var at avgreiða dystin sunnudagin ístaðin, men heldur ikki tað læt seg gera, tí sjálvt um kavin var farin av vøllinum, var vøllurin so bleytur, at ráðiligt var ikki at spæla á honum.

Jákup Mikkelsen og Herfølge vóru eisini forðaðir av kavanum. Teir skuldu spæla botndyst móti Århus Fremad á Århus Stadion, men heldur ikki har varð spælandi. Eisini dysturin millum AB og AGF varð avlýstur.

Á Brøndby Stadion hava teir hita í vøllinum, har var ein framúr góður vøllur ramman um ein spennandi dyst, sum Brøndby vann 3-2. Ebbe Sand gjørdi tvey av málunum, meðan Bent »Turbo« Christensen gjørdi triðja málið. Stóri spælarin hjá OB, Erik Bo Andersen, var ikki við hesaferð, tí hann var skaddur, men avloysarin hjá honum Mwape Miti gjørdi bæði málini hjá OB.

Silkeborg, sum liggur lið um lið við FCK á øðrum plássi, fekk bara javnleik burtur úr dystinum í Vejle, og tað passaði FCK væl. Silkeborg fór eitt stig fram um FCK, men klárar FCK at vinna útsetta dystin móti AaB, kundi teir taka seg frá Silkeborg.

Botnliðið Ikast, sum er eitt av liðunum, usm Herfølge skal hava aftanfyri seg, skulu teir sleppa undan niðurflyting, spældi javnleik 1-1 móti Lyngby, og teir eru fimm stig aftanfyri Herfølge og hava spælt ein dyst meira.

Í gjár skuldi ein nevnd hjá danska fótbóltssambandinum áseta nær útsettu dystirnir frá vikuskiftinum skulu spælast. Og tað kann gerast trupult at finna dagar, tí skráin fram móti summarsteðginum og HM í fótbólti er tøtt, og serliga hjá FCK kemur illa við at fáa ein útsettan dyst hangandi yvir høvdið, tí teir eru framvegis við í steypakappingini og skulu í minsta lagi spæla tveir dystir afturat í tí kappingini.