Í morgin fer eitt brúgvalag við regn fram við okkum av vestri, men sunnudagin kemur ein hátrýstsryggur av vestri og gevur støðugari veður eitt bil. Mánadagin koma nýggj brúgvaløg av útsynningi og vestri.
Í kvøld
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 7 til 12 m/s. Í nátt makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 kuldastig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 7 til 12 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaæl, seinni vátaslettingur og regn. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig. Út á seinnapartn makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri og vestri, 4 til 8 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin
Fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, sum um kvøldið øtlar í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, seinni av útsynningi. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin millum 4 og 8 stig.
Mánadagin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Seinni lot til andøvsgul av ymsum ættum ella høgætt, undir 6 m/s. Samdrigið og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Fleyr til gul av ymsum ættum, undir 6 m/s. Seinni andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 4 og 8 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn. Seinni lækkar hann vindin í útsynning og øtlar í hvassan vind ella skrið, 15 til 18 m/s. Tað klárar í, tó møguliga okkurt æl. Hitin millum 6 og 9 stig.