Hetta var ikki tað, sum teir, ið hava vð fótbóltin at gera, høvdu vónað og væntað. Júst sum síðsta hondin skuldi leggjast á fyrireikingarnar upp undir landskappingina, sum hol verður sett á annan sunnudag, fór tað í fyrrakvøldið at kava, og í gjáramorgunin var avkavað.
Hetta hevur millum annað við sær, at fótbóltsvenjingarnar eru órógvaðar, og tað kann fara at vísa seg, at tað verður neyðugt at gera onkrar broytingar í skránni fyri kappingina um løgmanssteypið.
Trupulleikarnir skulu ikki loysast fyrrenn teir vísa seg at vera veruligir, og hesa ársins tíðina kann tað ganga skjótt.
Men verður tað sum veðurmenninir spáddu á middegi í gjár, so verður tað ikki spælandi á Svangaskarði í kvøld.
Sambært avtalu millum kappingarstjóran og feløgini er avrátt, at útsetti dysturin millum B68 og KÍ skal spælast í kvøld klokkan 18.45.
? Nú fáa vit at síggja, men í løtuni sær einki út. Kunnu vit ikki spæla mikukvøldið, so mugu vit finna eitt annað kvøld. Veðrið fáa vit einki gjørt við, men tíbetur er tað ikki so óhøgligt hjá klaksvíkingum at koma út higar, var viðmerkingin hjá Niclasi Davidsen í gjár. Tá høvdu teir einki tosað um at útseta, og um tað á nakran hátt ber til at spæla, so verður spælt í kvøld.
Ivaleyst eru hvørki B68 ella KÍ áhugað í, at steypadysturin teirra millum bíðar ov leingi, tí landskappingin nærkast í stórum, og har er tað lagt soleiðis til rættis, at í fyrsta umfarinum skal B68 norður til Klaksvíkar.