Nógvir bilførarar komu illa fyri av nógva kavanum um vikuskiftið, men fá óhapp eru at frætta um.
Løgreglan í Havn hevur fingið fráboðan um eitt minni ferðsluóhapp um vikuskiftið.
Tað vóru tó nógvir bilar, sum komu illa fyri í kavanum, og sunnudagin stóðu eini 10 bilar fastir í kavanum millum Hósvík og Kollafjørð.
Í Suðuroynni hevur kavin ikki verið so nógvur sum norðanfyri, men løgreglan hevur frætt um okkurt smærri óhapp. Í Eysturoynni fekk løgreglan fráboðan um eitt minni hálkuóhapp.
Tveir bilar í høvuðsstaðnum fingu ikki fri um vikuskiftið. Tað er vanligt, at smærri herverk verður gjørt á bilar, og soleiðis var aftur hetta vikuskiftið.