Triðja umfarið av Vetrarkappingini, sum skuldi vera í dag, er útsett.
Tað er tann nógvi kavin, sum hevur fingið fyrireikararnar av kappingini at útseta tað triðja umfarið av Vetrarkappingini til næsta leygardag.
- Tað er ein samd kappingarnevnd saman við Bragdinum, sum hevur tikið hesa avgerð. Aftur fyrrapartin í dag lovar hann meira kava, og hóast Tórshavnar Kommuna hevur játtað at grava og salta so frægt teir megna, verður ógjørligt at tryggja eina hálkufría rutu, boðar felagið Frælsur Ítróttur Føroya frá.
Sostatt kunnu tey, ið hava hug at vera við í Vetrarkappingini leygardagin 14. desember melda til fram til fríggjakvøldið klokkan 18.00.
Rutan verður tann sama sum ætlað næsta leygardag. Runnið verður frá Tórsbreyt, eftir Ringvegnum, oman eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu yvir til Svartafoss og oman aftur móti Tórsbreyt. Tey ungu renna eitt umfar, tey vaksnu renna fýra ferðir runt, og motionistarnir renna tvey umfør.