KB-høllin í ljósum loga

Tann stóra KB-høllin í Keypmannahavn stendur í ljósum loga í morgun. Fyrr í morgun ljóðaði, at sløkkiliðið hevði fingið tamarhald á eldinum, men nú verður sagt, at eldurin er vaksin aftur, og nú logar eisini upp ígjøgnum takið. Sambært sløkkiliðnum er vandi fyri, at takið kann detta niður.

Tað ljóðar, at ein halogenljós kann hava fest í nakrar pappeskjur, og at eldurin hevur breitt seg haðani.

KB-høllin skuldi hýsa einari sex- og erotistevnu teir næstu dagarnar, men hon er avlýst nú. Nøkur fólk, sum høvdu við stevnuna at gera, vóru í høllini, tá eldurin kyknaði, og tvey teirra eru flutt á sjúkrahús til kanningar.