Hondbóltur
Tað má hava verið ein undarlig kensla hjá klaksvíkskvinnum at spæla fyri bert einum hálvthundrað áskoðarum í høllini á Hálsi týskvøldið, bert trý samdøgur eftir at tær í somu høll og framman fyri okkurt um túsund áskoðarum vunnu steypafinaluna á VB. Hjá venjaranum eigur tað eisini at verða munandi lættari at gera leikararnar uppsettar til eina steypafinalu heldur enn ein dyst móti avgjørda botnliðinum. Men undir øllum umstøðum tóktist tað tó ikki sum um at Stjørnan ikki vóru klárar til dystin týskvøldið, tí tær gjørdu bart beinanvegin.
4-23 í hálvleikinum!
Stjørnan, ið var uttan leikbannaðu Anniku Ljósstein, vísti frá byrjan, at tær vóru komnar til Havnar at tryggja sær tvey týðandi stig í stríðnum um føroyameistaraheitið. Taktikkurin var einfaldur - at renna Kyndil um koll, og tað lukkaðist eisini til fulnar. Fekk ikki talið av málum hjá Stjørnuni, ið komu eftir skjótálop, við, men tað mundi liggja um helmingina av teimum íalt 40 málunu, ið tær skoraðu týskvøldið.
Serliga hjá Báru Skaale Klaksstein á høgra vongi gekk væl í byrjanini, og fyrstu tjúgu minuttirnar skoraði hon ikki færri enn fimm ferðir! Bára hevur ein eginleika, ið bert fáir hondbóltsleikarar her á klettunum hava, nevnliga at hon ferð við fullari ferð fram eftir, tá ið mótstøðuliðið avsluttar. Hetta ger, at um mótparturin misnýtir sína skotroynd, so er hon nærum altíð klár í einum møguligum skjótálopi.
Undir øllum umstøðum gjørdist tað tó beinan vegin greitt, at í dystinum týskvøldið fór ongin spenningur at verða um úrslitið. Longu tá ið eitt korter var leikt av dystinum, hevði Stjørnan lagt seg á odda 12-1, og tá var dysturin langt síðani avgjørdur.
Kyndil hevði einki at bjóða uppá, og tað er neyvan at gera ov nógv av, tá mett verður, at tær settu nýtt føroyskt met í feilavleveringum týskvøldið. Ótrúliga nógvir bóltar vóru blakaðir út av síðulinjuni, í beinuni á viðleikarum ella beint í hendurnar á mótstøðuleikarum. Tá ið tað so hendingaferð eydnaðist teimum grønklæddu at spæla seg til málmøguleikar, vóru tær alt ov óneyvar. Av somu orsøk vaks munurin bara millum liðini, og tá ið komið var til hálvleiks, hevði Stjørnan skorað ikki færri enn 23 ferðir, meðan heimaliðið Kyndil bert fýra ferðir hevði megnað at fingið bóltin í netið aftan fyri Lidiju í málinum hjá Stjørnuni!
Eykaleikarar fingu roynt seg
Í seinna hálvleiki valdi venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, at spara fleiri av sínum stuðulsleikarum, og samstundis fekk hann roynt fleiri av vanligu eykaleikarunum, ið annars ikki fáa so nógva spælitíð. Unga Durita Ljósstein kom inn sum spælskipari, Maria við Neyst kom inn á vinstra vong, og Súsanna Jacobsen fekk roynt seg á høgra vongi. Eisini fekk Lidija í málinum sess á beinkinum seinastu tíggju minuttirnar, og í hennara stað kom 16 ára gamla Jancy Joensen. Tað kom Jancy bara væl frá, tí millum annað eydnaðist tað henni at taka eitt brotskast frá Lotte Sørensen.
Tað at Stjørnan sendi so nógvar eykaleikarar á vøllin eftir steðgin, blandað saman við at spenningurin var farin úr dystinum, gjørdi at Kyndil nú heldur betur tørn. Munurin millum liðini vaks ikki nakað serligt í seinna hálvleiki. Tað tóktist bara sum um liðini bæði bara bíðaðu eftir, at dómararnir fóru bríksla dystin av - lat tað bara verða sagt beinan vegin, tað vóru ikki bara leikararnir á vøllinum, ið bíðaðu eftir seinasta bríkslinum í dystinum, tað gjørdi hvør einasti áskoðari eisini! Tá ið tað forloysandi bríksli so at enda kom, vísti máltalvan, at heimaliðið Kyndil hevði fingið 18 mál, meðan gestirnir úr Klaksvík høvdu 40 mál í skjáttuni.
Himmalvíður munur á liðunum
Tað var sum áðurnevnt stórur munur á liðunum báðum. Um Stjørnuna kann sigast, at tær høvdu nóg góð skjótálop, høvdu ferð á í sínum álopsspæli, og tær vóru avgjørdar í sínum atsóknum upp á mál. Í verjuni vóru tær væl skipaðar og kontantar, uttan tó at leika hart. Hinvegin kann sigast um Kyndil, at verjan var sera óskipað, serliga fyri steðgin, sera lítil ferð var á álopsspælinum, og tær vóru alt ov hálvhjartaðar og óneyvar í sínum skotroyndum. Hagani skal koma eitt gott ráð til venjaran hjá Kyndli undan næstu venjing hjá liðnum: Brúka næstu venjingarnar til venja avleveringar og at læra at lofta!
Dysturin í tølum
Kyndil-Stjørnan 18-40 (4-23)
Kyndil: Randi Wardum 5, Sabine Frølund 4, Lotte Sørensen 3(1), Annika Thomsen 3, Linda Weihe 1, Ann-Mari Wang 1, Anja Heinadóttir 1
Stjørnan: Katarina Stepanov 9(1), Alina Olaru 7(1), Bára Skaale Klakkstein 6, Anna Kristina Samson 6, Una Olsen 4, Joan M. Djordjevic 3, Durita Ljósstein 2, Maria við Neyst 2, Súsanna Jacobsen1
Brotskøst: Kyndil 2(1), Stjørnan 3(2)
Útvísingar: Kyndil 1
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Rúni Djurhuus, H71: Dysturin var eitt gott korter seinkaður, tí dómararnir komu ov seint. Sum dysturin gekk høvdu teir, eins og tey allarflestu í høllini, trupult við at halda konsentratiónina, og tí gloymdu teir onkrar heilt upplagdar avgerðir. Tað er heldur ikki serliga gløgt av einum dómara, tá ið hann skal geva einum venjara átalu fyri at brúka seg, at dómarin bara steðgar dystinum, vendir sær til venjaran og sigur: H*** Kj***