- Endamálið er júst tað sama, tí haldi eg tað vera keðiligt, at vit ikki eru saman. Einasta er, at samgonguumboðini royna fyrihalda okkum til tann veruleikan, ið er, at loyvini ganga út á jólum. Tí siga vit, at tað er líkamikið, um tað er ein nýskipan ella verandi lóg skuldi blíva longt, so vilja teir fáa hesa dagarnar, ið vit mæla til.
Tað sigur Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, nú nevndin hevur latið úr hondum tvey ymisk álit í samband við ásetingina av fiskidøgum.
Tað varð annars mett, at útlitini vóru góð fyri, at andstøðu- og samgonguumboðini í nevndini fóru at vera saman um eitt álit, men tá avtornaði vóru tey býtt í ein meiriluta og ein minniluta.
Hoyr alla frágreiðingina hjá Bjarna Hammer við at trýsta á pílin undir myndini.