Enskur fótbóltur
Seinastu vikurnar hava verið rættiliga turbulentar í størsta felagnum í Onglandi, Manchester United. Endin á øllum rokinum gjørdist, at ein av teimum heilt stóru leikarunum gjøgnum tíðirnar, Roy Keane, noyddist at pakka saman og siga felagnum farvæl.
Á einum fundi fríggjadagin millum Sir Alex Ferguson, stjóran í United David Gill og Roy Keane sjálvan, fekk hann boð um, at hann ikki fór at fáa tilboð um nýggjan sáttmála, tá núverandi sáttmáli rennur út komandi summar.
Keane visti, hvat klokkan hevði sligið, og tí komu partarnir ásamt um at steðga samstarvinum alt fyri eitt. Fleiri bløð skriva, at Keane í veruleikanum fekk durafjórðingin, tá Ferguson gjørdi greitt, at hann ikki longur vildi hava Keane í felagnum.
Samrøðan, ið ongantíð varð send
Roy Keane hevur ongantíð verið stríðsskýggjandi maður, og hann hevur mangan lagt seg uppá tvørs bæði í felagnum og á landsliðnum. Hansara stílur var tann sami á vøllinum sum uttanfyri - altíð harður og kontantur.
Tá Manchester United fyri nøkrum vikum síðani tapti heili 4-1 fyri Middlesbrough, var trýst á bæði venjara og leikarum stórt.
Roy Keane var skjótur at fara í fjølmiðlarnar við hvøssum atfinningum ímóti sínum liðfeløgum. Hann nevndi nøvn og segði, at fleiri teirra ikki høvdu uppiborið at spæla fyri United. Teimum vantaði tann rætta hugburðin at umboða eitt so stórt felag, var dómurin hjá Keane.
Hetta segði Keane í eini samrøðu við MUTV, ið er sjónvarpsrásin hjá Manchester United. Leiðslan í felagnum gjørdi síðani av, at samrøðan ikki skuldi sendast orsakað av teimum heldur opinskáraðu metingunum hjá Keane. Men innihaldið í samrøðuni gjørdist skjótt almenn vitan.
Ferguson metti, at Keane í hesum førinum var farin út um mark. Av tí at Keane altíð hevur havt sera høgan status í felagnum, hevur hann kunnað loyvt sær rættiliga nógv uttan at tað hevur fingið avleiðingar fyri hann persónliga, men í hesum førinum mistók hann seg.
Umframt hesa verbalu skoluna omanyvir sínar liðfelagar, hevur Keane eisini havt samanbrestir við bæði hjálparvenjaran Carlos Queiros og við Ferguson sjálvan.
Ferguson royndi at sløkkja fleiri eldar um hetta mundið, tá hann royndi at fáa skútuna aftur á rættkjøl, og viðmerkingarnar hjá Keane bøttu als ikki um støðuna. Samrøðan varð tó víst í fullum líki fyri øllum leikarunum, men ikki fyri almenninginum.
Fleiri vilja vera við, at Keane ikki kundi loyva sær at vera so atfinningarsamur, har hann kundi finnast so hvassliga at øðrum leikarum, við tað at hansara egnu avrik als ikki stóðu mát við tað, hann áður hevur víst.
Avloysarin?
Tann stóri spurningurin er nú, hvør skal átaka sær leiklutin hjá Roy Keane komandi árini. Beint nú hevur Alan Smith røkt uppgávuna sum defensivur miðvallari, hóast hann upprunaliga er áleypari. Tað munnu vera tey fægstu, ið meta, at hann kann lyfta arvin eftir Roy Keane.
Ferguson hevur keypt fleiri miðvallarar seinastu árini, men eingin teirra hevur megnað at bíta seg fastan á liðnum, og tí eru teir flestu sendir víðari til onnur feløg.
Eingin ivi er um, at United hevur pening at keypa ein góðan miðvallara, men tað er ikki ein og hvør, ið kann fylla tómrúmið eftir Roy Keane.
Roknað verður við, at Ferguson fær heimild at keypa ein nýggjan miðvallarleikara, tá transfer-vindeygað letur uppaftur í januar.
Ímyndin av viðgongd
Roy Keane gjørdist ímyndin av viðgongd, ið Manchester United hevur upplivað síðan fyrst í nítiárunum. Hann myndaði bulin av leikarum, ið høvdu dirvi og hegni at føra United uppaftur á tindarnar eftir nøkur áratíggjur í myrkrinum.
Keane gjørdist skjótt eygu og oyru hjá Ferguson úti á vøllinum, og Roy Keane gjørdist liðformaður eftir fraklendingin, Eric Cantona.
Keane var tann sokallaði bylgjubrótarin á miðvøllinum og gekk altíð á odda, tá tað harða arbeiðið skuldi gerast. Tí gjørdist hann eisini skjótt sera væl dámdur millum áskoðararnar hjá felagnum. Eftir Ryan Giggs er Keane tann virkni leikarin, ið hevur verið longst í felagnum.
Tað man kennast sera løgið hjá bæði Keane og øllum, ið eru tætt knýtt at felagnum, at hann ikki longur verður at síggja í reyðu troyggjuni, og nú verður spennandi at síggja, hvat felag Keane fer at umboða framyvir. Hann hevur nevniliga boðað frá, at hann ikki fer at seta gaggurnar á hillina beinanvegin.
Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at hetta er endin á einum glansskeiði í søguni hjá Manchester United, nú Roy Keane og United eru farin hvør til sítt.