Keane áhugaður í Arsenal-spælara

Arsenal plagdi at verða stóri fíggindin hjá Roy Keane, tá hann varð liðformaður hjá Manchester United. Nú er Keane venjari fyri 1. deildarfelagið Sunderland, og hann vísir nú áhuga fyri einum av spælarunum hjá Arsenal. Talan er um 18 ára gamla Anthony Stokes, sum í ár hevur verið leigaður til skotska felagið Falkirk. Ungi írin hevur staðið seg sera væl, og hevur skotið 11 mál í 17 dystum. Keane sigur, at hann hugt eftir Stokes, og tað kann væl verða, at felagið fer at bjóða upp á hann.