Tað er ikki nøkur løtt uppgáva at átaka sær venjarastarvið í einum felagi sum Derby. Teirra støða er ikki góð í løtuni, men hinvegin, eru tað bert spældir 14 dystir av Premier League enn, so nógv kann náa at broytast áðrenn kappingarenda. Paul Jewell, ið áður var venjari hjá Wigan hevur tosað við BBC-5-Live, um sítt nýggja starv.
- Eg hevði ikki átikið mær hesa uppgávu, um eg ikki var vísur í at vit fara at megna at halda okkum uppi í Premier League í ár, sigur Jewell.
Tað fer tó ikki at vera lætt hjá Derby, tí Roy Keane vil óivað fáa gongd á hjá sínum liði í Sunderland, og hann vil heldur enn fegin byrja við at geva Jewell eitt tap í vælkomstgávu.