Nevndin í BankNordik fær tilsamans 1,8 milliónir krónur í nevndarsamsýningum.
Tað er ikki tann stóri áhugin fyri at fáa fatur á risastóra Sjóvinnuhúsinum á Vestara bryggju í Havn.Einans eitt tilboð er komið upp á at leiga húsið.
Takk fyri síðst – tað er valár, tá vit ikki sleppa í Klaksvík, so sleppa tit heldur ikki í Havn. Heðin Mortensen er illur um, at klaksvíkingar nú streingja á fyri at forða borgarstjórum at sita í løgtinginum.
Hákun Edmundsson, sum er í stríð við nevndina í NSÍ og tí er leigaður út til B68 hetta kappingarárið, fær nú stuðul frá stórabeiggja sínum, Jóan Símun Edmundsson.
Vinnulívsfólk, sum grovliga misrøkja sínar skyldur í einum felag, skulu setast í karantenu, og ikki sleppa at sita í leiðslum í fyritøkum í trý ár. Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna.
Eyðfinn Reyðberg, fyrrverandi bankastjóri, heldur at nevndin í BankNordik átti at havt onnur ting at hugsa um, enn at rinda vinningsbýti til sín sjálvs og vísir á, at virðið á partabrøvunum er fallið við yvir sjey prosentum seinasta árið.
Jógvan Arge skilir ikki, hvussu tað ber til, at útgravingin til tunnilsmunnan á Eysturoyartunlinum er byrjað nærindis Hvítanesi, uttan at málið er viðgjørt í býráðnum.
Framyvir skal ikki vera gjørligt at vera borgarstjóri og tingmaður. Tað heldur Annika Olsen og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum.