Portugisisku myndugleikarnir boðaðu sunnudagin frá, at olja var farin at renna úr tangunum á tangaskipinum "Prestige", sum sakk úti fyri sponsku útnyrðingsstrondini í síðstu viku.
Eitt portugisiskt rannsóknarflogfar var sunnudagin á leiðini, har skipið sakk góðar hundrað fjórðingar úr landi, og sambært manningini á flogfarinum var nógv olja at síggja á sjónum. Manningin vildi eisini vera við, at olja kom støðugt upp í vatnskorpuna, og at leki tí var komin á tangarnar.
Men hetta avsannaðu sponsku myndugleikarnir seinni. Mariano Rajoy, varaforsætisráðharri segði, at eingin olja er komin úr skipinum, síðani tað sakk seinasta týsdag. Sambært spaniumonnum vóru 11.000 tons likin úr tangunum, tá skipið sakk, men umhvørvisverndarfelagsskapir ivast í hesum talinum. Teir vilja vera við, at minst 20.000 tons runnu úr tangunum, áðrenn "Prestige" fór til botns.
Seinastu dagarnar hava fleiri hundrað sjálvboðin hjálpt myndugleikunum at taka olju upp í fjøruni á sponsku útnyrðingsstrondini.