Keikti fótin

Tað tóktist sum sera álvarsligur skaði, tá Hanus Thorleifsson hjá B36 mátti berast av vøllinum. Hetta hendi, tá hann ein av bestu møguleikunum hjá B36 í dystinum, men varð tacklaður hart í skotroyndini.
Eftir dystin høvdu vit orðið á Bjarna á Steig, sum er lækni hjá B36, men hann væntaði ikki, at talan var um heilt álvarsligan skaða.
- Hann hevur nokk keikt fótin. Enn eru sjey dagar, til B36 skal spæla aftur, og so fæst at vita, um hann er tøkur til ta tíð, segði læknin.