Keita heldur fram í Giza Hoyvík

Giza Hoyvík hevur longu tryggja sær sín størsta profil til komandi kappingarár

Senegalski áleyparin, Ahmed Keita, sum í ár hevur verið klárt tann mest eyðsýndi leikarin hjá Giza Hoyvík í næstbestu deildini, fer aftur komandi ár at spæla fyri hoyvíkingar.

 

Tað er greitt í kvøld, eftir at Giza Hoyvík boðar frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Ahmed Keita við einum árið.

 

Ahmed Keita hevur í ár skotið 20 mál í 23 dystum fyri Giza Hoyvík, og er ein sera avhildin maður í Giza Hoyvík har hann bæði spreiðir gleði á vøllinum til venjing, umframt eisini í skiftingarrúminum aftaná venjing.