Kekkia vann seg til EM og tryggjaði Íslandi Play Off dyst

Í Íslandi fegnast tey um, at Kekkia vann seg til EM-endaspælið. Nú fær Ísland møguleikan gjøgnum Play Off dyst í Nations League at vinna seg til EM-endaspælið

Kekkia megnaði at seta allan iva til viks í okkara undankappingarbólki við 3-0 sigri á Moldova á heimavølli.

 

3-0 sigurin hjá Kekkia og 0-0 javnleikurin millum Albania og Føroyar merkir, at bæði Albania og Kekkia endaðu á 15 stigum í bólki E. Albania tekur tó fyrsta plássið við betri málmuni.

 

Sostatt vera tað Albania og Kekkia, ið vinna seg til EM-endaspælið í Týsklandi úr bólki E. 

 

Póland endaði á 11 stigum, Moldova á 10 stigum og Føroyar endaðu á tveimum stigum.

 

Dav­id Dou­dera legði Kekkia á odda 1-0 tá 14 minuttir vóru farnir av dystinum millum Kekkia og Moldova. Vla­dislav Bo­boglo hjá Moldova fekk tíðliga í seinna hálvleiki seinna gula kortið, og so var gøtan greið hjá Kekkia, ið økti til 2-0 og 3-0 við málum, ið Tomás Chorý og Tomas Soucek skutu.

 

Í Íslandi stórfegnast tey um kekkiska sigurin. Sigurin merkir, at nú fær Ísland møguleikan at vinna seg til EM-endaspælið í Play Off dysti í Nations League.