Við støði í eini frágreiðing, sum er gjørd, hevur hondbóltssambandið í Kekkia staðfest, at mistøk eru gjørd í sambandi við fyrireikingarnar hjá Kekkia til HM-endaspælið í Egyptalandi, sum er í løtuni. Og hetta hevur fingið stórar avleiðingar fyri leiðandi persónar í kekkiskum hondbólti.
Kanningin hevur nevnliga havt við sær, at bæði høvuðsvenjarin Jan Filip og hjálparvenjarin Daniel Kubes eru koyrdir. Harumframt hevur forsetin í kekkiska hondbóltssambandinum, Jaroslav Chvalny, og tveir aðrir nevndarlimir valt at stinga í sekkin. Hetta skrivar tjóðarsjónvarpið í Kekkia á heimasíðu sínari.
Hvat tað er, sum er farið fram, verður einki sagt um. Í frágreiðingini stendur bara, at mistøk eru gjørd í tíðarskeiðnum millum 27. desembur og 12. januar, tá ið Kekkia fyrireikaði seg til HM-endaspælið.
Kekkia skuldi eftir ætlan spæla EM-undankappingardyst móti Føroyum í Havn tann 6. januar, men tá ið kekkiski hópurin kom til Føroya dagin fyri, blivu ikki færri enn átta limir í hópinum testaðir positivir fyri korona, og dysturin bleiv útsettur.