Kekkiskur dómari til B36-Viborg á Tórsvølli

Dysturin millum B36 og Viborg í Europa Conference Leageu byrjar klokkan 19 í annaðkvøld

Í annaðkvøld klokkan 19 á Tórsvølli byrjar seinni dysturin millum B36 og Viborg í triðja umfarinum í Europa Conference League undankappingini. Viborg er á odda 3-0 frá fyrru uppgerðini.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo

 

Tað verður 33 ára gamli Pavel Orel úr Kekkia, ið verður høvuðsdómari til dystin millum B36 og Viborg. Talan er um ein rættiliga royndan dómara.

 

Pavel Orel hevur dømt í teimum ovaru kekkisku fótbóltsdeildunum síðani 2011, og hann hann hevur dømt dystir í evropeiskum felagsliðskappingum síðani 2016, og hann hevur eisini dømt fitt av landsdystum í ymiskum aldursbólkum.

 

B36 Tórshavn (FRO) - Viborg FF (DEN)

Høvuðsdómari: Pavel Orel (CZE, 2nd Cat)

Hjálpardómari 1: Adam Horák (CZE)

Hjálpardómari 2: Martin Leška (CZE)

Fjórði dómari: Marek Radina (CZE)