Mikukvøldið fekk Tórshavnar Bátafelag ein kekk áljóðandi 20.000,- krónur, sum brúkast skulu til at fríðka um felagshúsið í Vágsbotni.
Hetta vóru sponsorpengar, sum Jóannes Andreasen í Havn hevur savnað saman frá 28 fyritøkum í býnum, sum vilja stuðla felagnum.
Øssur Hjalt, næstformaður í Tórshavnar Bátafelag, sigur, at felagið heitti á Jóannes um at hjálpa til at fáa pengar. Og tað hevur hann so gjørt.
Mikukvøldið varð so hesin kekkurin handaður, og skulu pengarnir millum annað brúkast til at gera eina altan á húsini, sigur Øssur Hjalt.
Eisini er gjørt eitt skreytblað ella »certificat« við navninum hjá Bátafelagnum á, sum siglarar, ið koma hendan vegin, kunnu keypa fyri 100,- krónur. Hetta er eisini eftir hugskoti frá Jóannesi Andreasen, sigur Øssur Hjalt, næstformaður i Tórshavnar Bátafelag.
Umframt at vera ein inntøka hjá Bátafelagnum, er ætlanin at hetta skreytblaðið skal vera ein váttan hjá fremmandum siglarum um, at teir hava verið í Føroyum um Atlantshavið.
Soleiðis at hava hangandi umborð ella heima í stovuni, sum Øssur tekur til.
Øssur Hjalt sigur, at Bátafelagið er Jóannesi sera takksamt fyri hjálpina, hann hevur veitt teimum.
Annars sigur næstformaðurin í Bátafelagnum, at mánadagin fer ein konvoj av bátum til Noregs við Norrønu.
Talan er um 10 bátar við limum úr Tórshavnar Bátafelag. Ein bátur er úr Syðrugøtu, meðan hinir eru úr Havn.
Farið verður við Norrønu til Bergen, har bátarnir verða flotaðir. Síðan er ætlanin at sigla innanskers í Noreg og njóta tann norska skergarðin, sigur Øssur Hjalt.
Hann sigur, at slíkir túrar hava fyrr verið gjørdir við sera góðum úrsliti.
Men tað hevur verið, áðrenn Tórshavnar Bátafelag var stovnað, og hetta er fyrst ferð, at bátar frá Bátafelagnum gera ein slíkan túr.
Fylgið kemur eftir ætlan aftur við Norrønu tann 12. juli, sigur Øssur Hjalt, næstformaður í Tórshavnar Bátafelag.7.
6?2: Bárður Johannesen 53.
7?2: Svenning W. Hansen 54.
7?3: Hallur Christiansen 56.
7?4: Hallur Christiansen 68.
8?4: Svend Poulsen 78.
Skáli?B71 7?2 (4?0)
1?0: Pauli Hansen 6.
2?0: Jón Rasmussen 13.
3?0: Pauli Hansen 16.
4?0: Pauli Hansen 30.
5?0: Jón Rasmussen 46.
5?1: Kristoffur Vidtfeldt 49.
5?2: Jónsvein Thomsen 56.
6?2: Kaysten Rasmussen 72.
7?2: Kaysten Rasmussen 78.
10. umfar 20. juni
AB?B71 2?4 (2?1)
(Framskundaður frá 25. juni)
0?1: sjálvmál 5.
1?1: Fróði Stenberg 27.
2?1: Signar Johannesen 43.
2?2: sjálvmál 55.
2?3: Jónsvein Thomsen 86.
2?4: Rúni Joensen 90.
Reytt kort: Petur Kristian Nielsen, B71, 43.
Máltindurin:
Signar JohannesenAB11
Kristoffur VidtfeldtB7111
Oddbjørn JoensenAB9
Aksel HøjgaardB688
Petur NiclasenFS Vágar8
Kaj RoestTB8
Egil SteintórssonVB8
Svend PoulsenAB6
Kári í LágabøVB6
Pauli HansenSkála5
Eyðun SvalbardTB5
Hallur ChristiansenTB5
Dánial Petur JohansenB364
Regin ArgeB364
Jónsvein ThomsenB714
Magnus SimonsenFS Vágar4
Aksel JohannesenKÍ4
Kaysten RasmussenSkála4
Just JohannesenTB4
Bárður JohannesenAB3
Fróði StenbergAB3
Heri PetersenAB3
Svenning W. HansenAB3
Tumas Eli HansenB363
Vinjard GuttesenB363
Jákup OlsenB683
Jóannes JakobsenB683
Páll á ReynatúgvuB713
Símun HansenB713
SjálvmálB713
Jákup BaldvinssonÍF3
Ken BærendsenÍF3
Jón RasmussenSkála3
Niels Gunnar PetersenTB3elig;l, har hon bðr. Tað má vera okkurt í luftini, sum ger tað, men um summarið hoyrir hon tað ikki. Men heilt frá oktober til mars hoyrist útvarpið væl og so lurtar hon eftir tí og situr undir hvørjum orði.
Hon og vinfólk í Føroyum gera eisini nógv burturúr at tosa inn á kasettubond og senda ímillum sín.
Og so hevur hon eisini samband við nakrar aðrar føroyskar konur, ið endaðu í Onglandi uppá sama máta sum hon sjálv. Sjálvandi hevur hon eisini fleiri ferðir havt føroyingar á vitjan.
Eitt gott lív
Nú Hilda er 71 ára gomul, er tað eitt gott lív, hon sær, tá ið hon lítur aftur um bak.
? Eg havi havt eitt gott lív, við einum góðsligum manni og trimum børnum, sum øll klára seg og síni, og sum hava givið henni sjey ommubørn.
? Báðir synirnir undirvísa á universitetum og øðrum hægri skúlum og dótturin hevur alment tænastustarv. Trý av ommubørnunum eru liðug á universiteti, trý ganga á universiteti og tað sjeynda byrjar á universitetinum komandi ár. Børn og ommubørn sær hon nógv til.
? Men so leingi, eg orki, fari eg at koma aftur og aftur.
Men ferðingarhugurin ger, at hon ferðast eisini aðrar leiðir og nú pensjónsárini eru rokkin, eru umstøðurnar góðar ferðast.
?Eg havi verið bæði í Kanada, USA og víða hvar í Evropa. Og í heyst havi eg keypt mær eina ferð til Teilands.
Men hvar hon so ferðast er tað tó eitt, sum liggur fast. Og tað er, at vágbingur, tað verður hon til tað síðsta.
Halda røðu
Av tí, at Hilda hevur verið so oftani heima og ferðast, er jóansøkan ikki so fremmand fyri henni, sum hon er fyri so mangar útisetar.
Hon hevur ofta verið á jóansøku, og tað er serliga kappróðurin, sum hugtekur hana
Tað er ein sera vøkur sjón at síggja allar róðarbátarnar koma skúmandi inn eftir fjørðinum. kanska er tað tí, at eg sjálv búgvi mitt inni í landinum og síggja ikki sjógvin, at eg eri so hugtikin av kappróðrinum. Men Vágsfjørður, hann er eisini vakur í sær sjálvum.
Hóast Hilda ofta hevur verið á jóansøku, verður hendan kortini nakað serligt, tí í ár skal hon halda røðu á hugnaløtu uttanfyri posthúsið leygarkvøldið , tá verður eisini sangur og tónleikur á skránni.