Stór páskastevna verður í Kelduni í Skálafirði í døgunum 28. mars til 2. apríl. Páskastevnan savnar nógv fólk úr ymiskum kirkjum og samkomum úr øllum landinum til nakrar dagar við boðan av Guds orði, nógvum sangi og góðum felagsskapi.
Yvirskiftin fyri hesa páskastevnu er Gleðiboðskapurin til øll ættarlið. Keldan vil við hesum leggja dent á, at øll eiga at fáa lut í gleðiboðskapinum og at ættarliðini skulu verða knýtt saman í tí glaða boðskapinum.
Nógv spennandi verður á skránni. Nógvir ymiskir talarar verða, og nógvur sangur og lovsangur og samvera fara at seta sín dám á stevnuna.
Páskastevnan er fyri øll ættarlið. Tí eru nógv ymisk og málrættað møti og tiltøk á stevnuni. Stórur dentur verður lagdur á børn og ung. Nógv verður gjørt burtur úr á barnamøtunum og stóra familjutiltakinum. Tvey stór og spenanndi ungdómstiltøk eru eisini á skrá. Eitt kvøld við nógvum felagssangi, solistum og bólkum verður eisini (Syngið við!). Høvuðstalarin Carl-Gustaf Severin fer at hava eitt leiðsluseminar, har allir leiðarar eru væl komnir.
Carl-Gustaf Severin var eisini høvuðstalari á páskastevnuni í 2011. Hann fer at tala á teimum flestu kvøldmøtunum. Carl-Gustaf er ein virðismettur og lívligur prædikumaður við hjarta fyri teimum ófrelstu. Hansara opna lyndi og boðskapir bera við sær, at fólkið gevur boðanini gætur.
Hann hevur stóra gávu at prædika á ein hátt, sum er viðkomandi, og hevur hetta borið við sær, at fjøldir eru rørdar av Gudi ígjøgnum hansara tænastu øll hesi árini.
Hesuferð er kona hansara Monika við í Føroyum, og fer hon at tala á møtinum páskamorgun.
Fleiri føroyskir talarar luttaka eisini: Pauli Høj, Símun Jacobsen, Hjørdis Háberg Petersen, Símun Absalonsen og Jóhan Petur Johannesen.
Sangarar og tónleikabólkar úr ymiskum kirkjum og samkomum luttaka á møtunum, boðar Keldan frá.