Kemur ikki til Danmarkar

Danska ákæruvaldið noyðist eftir øllum at døma at sleppa einum sakarmáli ímóti gamla skipsreiðaranum Anders Jensen.
Donsku myndugleikarnir hava skuldsett tann 82 ára gamla reiðaran fyri at hava smuglað 6.000 tons av vápnum til fyrrverandi apartheid-stýrið í Suðurafrika. Hetta var ólógligt sambært teimum handilstiltøkum, sum altjóða samfelagið settui í verk ímóti tí illa lýdda stýrinum.
Sjálvur hevur Anders Jensen búð í Cape Town í Suðurafrika síðani 1984, og donsku myndugleikarnir hava kravt at fáa hann útflýggjaðan, so hann kundi koma fyri rættin. Men mánadagin boðaðu suðurafrikansku myndugleikarnir frá, at gamli reiðarin verður ikki sendur til rættarsókn í Danmark.